Boði Haraldson nýggjur býarverkfrøðingur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Boði Haraldson er nýggjur býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu. Boði er 64 ára gamal og útbúgvin verkfrøðingur. Hann tekur við starvinum sum býarverkfrøðingur tann 22. apríl.

Boði hevur millum annað starvast í tvey ár sum GIS-samskipari hjá Kampsax GeoPlan og fimm ár sum verkfrøðingur og GIS-samskipari hjá Tórshavnar kommunu.

Frá 1999 til 2016 var Boði býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu og í 2016-2022 starvaðist hann sum deildarleiðari á Landsverki við ábyrgd fyri Infrakervisdeildini og Virkisdeildini.

Seinastu tvey árini hevur Boði starvast hjá MTV Byggivirki sum verkfrøðingur innan umsiting – og projektleiðslu. 

Boði hevur drúgvar royndir innan flestu fakøki á tekniska økinum, og ynskja vit honum hjartaliga vælkoman aftur í starvi hjá Tórshavnar kommunu!