Løgtingið samtykt skúlabygging í Klaksvík og Havn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingið hevur samtykt tvær byggiverkætlanir á skúlaøkinum.

Tann eina er at byggja nýggja aulu til Tekniska skúla í Klaksvík og umbyggja verandi bygning, so samanbyggingin verður ein heild. Hetta skal skapa betri karmar til tiltøk í skúlanum, eitt nú hátíðarhald við prógvhandanum.

Hin snýr seg um heildarætlanina at dagføra og samanbyggja gamla skúlabygningin á Frælsinum í Havn. Bygningurin verður partur av Kampus hjá Fróðskaparsetrinum og fer at hýsa fleiri deildum. Talan er um eitt langtíðarverk, sum tekur fleiri ár at byggja.

Landsstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, fegnast um, at hesar týðandi verklagslógirnar eru samtyktar av Løgtinginum.