Løgreglan í Havn fekk í gjár fráboðan um stuldur í einum handli í miðbýnum. Talan var sambært vaktleiðaran á løgreglustøðini, um ein handil, sum selur ymiskt prýði til ungar gentur.
Í handlinum er vakmyndatól. Løgreglan veit tí, hvør tað er, og løgreglan fer at tosa við viðkomandi.
Talan var um smávegis stuldur. Vørur fyri umleið 100 krónur vórðu tiknar.
Sambært løgregluni verður slíkur stuldur skrásettur á revsiváttanina hjá persónum, ið eru yvir 15 ár, hóast talan er um lítlar upphæddir.