Flogbóltsvenjari leikbann fyri happing á netinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Flogbóltssamband Føroya avgjørdi fyrri í víkuni, at leikandi venjarin hjá SÍ, Mateusz Pazgan, skal hava langt leikbann umframt eitt bann fyri at virka sum venjari í eina tíð.

Mateusz fær leikbann í fumm dystir, og hartil kann hann ikki vera venjari ella hava nakran leiklut undir nøkrum dystum í ein mánað.

Orsøkin er, at hann á sosiala miðlinum Tik Tok, har hann hevur áleið 25.000 fylgjarar, hevur lagt eitt niðrandi og happandi uppslag um dómararnar í 3. FM-finaluni hjá monnum.

Frá starvsnevndini í Flogbóltssambandi Føroya verður sagt, at hendan avgerðin kann fáa avleiðingar fyri steypakappingina, sum er í gongd, tí Mateusz uttan iva er ein av bestu leikarunum í føroysku kappingini fyri menn.

Men atlitið til, at dómarar og annars eisini øll onnur í føroyska flogbóltsheiminum skulu kunna kenna seg væl og kenna seg trygg, hevur vigað mest í hesum sambandi, tí slík happing – herundir á sosialu miðlunum – undir ongum umstøðum kann góðtakast. At Mateusz eisini er venjari, hevur vigað tungt í hesum sambandi.

Flogbóltssambandi nevnir, at Mateusz eftirfylgjandi hevur biðið um umbering og hevur tikið hetta uppslagið og eitt annað líknandi uppslag av sínum sosiala miðli.