Fjøran full av kræklingi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú tað er farið at vára, er niðasti fjørukletturin fullur av kræklingi. Ikki tann støddin vit síggja á matstovunum, men smærri kræklingur, sum, um hann fær frið at vaksa, einaferð kundi komið á døgurðaborðið. Tað skrivar tjóðsavnið á heimasíðu síni.

Smákræklingar eru bert fáir millimetrar til støddar og síggjast í rivum og klettasprungum. Men lívið hjá teimum er stutt, tí teir verða ofta etnir av herviliga purpurkúvinginum, sum raspar seg gjøgnum skelina við raspitungu síni og sýgur innmatin úr.

Um Grækarismessutíð síggjast tómar skeljar á klettunum, sum tjøldur hava tikið. Í Kaldbaksbotni er sjón fyri søgn, har tjøldur ofta seta seg at hvíla eftir langa túrin úr suðuroyggjum.

Í ár er óvanliga nógvur smákræklingur at síggja, og tað merkir, at 2024 var eitt gott ár hjá kræklingakelvinum. Umstøðurnar at vaksa hava verið góðar, og tí síggjast so nógvir í 2025. Tíðin fer at vísa, um hesir kræklingar fáa møguleika at vaksa og koma á borðið til matna..

Kræklingakelv í klettasprungu
Purpurkúvingur etur kræklingakelv. Kelvi er 2-6 mm og purpurkúvingurin um 2 cm.

Purpurkúvingur.