Ungi hoyvíkingurin, Elias Petersen vann eitt sindur óvæntað móti Hans Kristiani Simonsen í fyrsta umfarið í Landsliðsbólkinum í FM í talvi, sum verður telva í Klaksvík hesa vikuna. Sigurin var sannførandi. Elias vísti taktiskt snildi, tá ið hann vann eina finnu og síðan riddaran frá Hans Kristiani, sum gavst í støðuni uttan møguleikar.
Høgni Egilstoft Nielsen vann eisini greitt á Halduri Súna Johansen við tryggum teknikki, eftir at Haldur gjørdi ein óneyvan leik fyrst í talvinum.
Wille Olsen, sum er í einum góðum stima, stóð seg væl móti einum av favorittinum og føroyameistaranum Luitjen Apol, og telvaði seg til ein javnleik.
Í eini taktiskari fløkju í miðspælinum endaði Petur Gardar Magnussen við javnleiki móti Heðin Gregersen, eftir at hava havt eitt greitt betri støðu eitt skifti.
Úrslti í umfari 1
Hvítur | Svartur | |||
Johansen, Haldur Súni | – | Nielsen, Høgni Egilstoft | 0 – 1 | |
Magnussen, Petur Gardar | – | Gregersen, Heðin | ½ – ½ | |
Simonsen, Hans Kristian | – | Petersen, Elias | 0 – 1 | |
Apol, Luitjen Akselsson | – | Olsen, Wille | ½ – ½ |
Støðan eftir umfar 1
Navn | Stig | ||
1 | Elias Petersen | 1 | |
2 | Høgni Egilstoft Nielsen | 1 | |
3 | Petur Gardar Magnussen | 0,5 | |
4 | Apol, Luitjen Akselsson | 0,5 | |
5 | Wille Olsen | 0,5 | |
6 | Heðin Gregersen | 0,5 | |
7 | Haldur Súni Johansen | 0 | |
8 | Hans Kristian Simonsen | 0 |
2 umfar
Verður telva í dag klokkan 14.00 á Skúlatrøð í Klaksvík
Hvítur | Svartur | |
Nielsen, Høgni Egilstoft | – | Olsen, Wille |
Petersen, Elias | – | Apol, Luitjen Akselsson |
Gregersen, Heðin | – | Simonsen, Hans Kristian |
Johansen, Haldur Súni | – | Magnussen, Petur Gardar |