Tann 9. mai fara 23 íverksetarafyritøkur úr Føroyum, Svøríki, Danmark, Bretlandi, Noregi og Íslandi at kappast um bestu íverksetaraverkætlanina á altjóða ráðstevnuni TONIK 2025, ið verður hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn.
Luttakandi fyritøkurnar eru íverksetar innan heilsutøkni, havtøkni, kunningartøkni og annað. 18 av fyritøkunum eru útlendskar og 5 av fyritøkunum eru føroyskar.
Lagt verður fram fyri einum paneli av útlendskum og føroyskum dómarum, ið skulu meta um bestu verkætlanina.
Høvuðsvinningurin er 70.000 krónur ímeðan annar og triði vinningur eru ávikavist 20.000 krónur og 10.000 krónur.
Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka á TONIK 2025 og væntandi verða um 700 fólk – sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, fíggjarstovnar og íleggjarar.
Afturat kappingini verða eisini nógvir áhugaverdir fyrilestrar og framsýning av list og lista-installatiónum.