Dagført klokkan 13.59.
Eitthvørt er áfatt beint omanfyri Vestmanna, millum Válin og Gassádal. Tað ljóðar úr Vestmanna, at løgreglan er vápnað.
Føroya Politi boðar á Facebook frá, at Vestmannavegurin er stongdur í løtuni
Vegna serligar umstøður er Vestmannavegurin stongdur í løtuni og heitir politiið á óviðkomandi um at halda seg burtur.
Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni og sagt verður frá, tá koyrandi er aftur.