Heilsustýrið hevur varhugan av, at færri børn verða koppsett sambært tilmælunum í barnakoppsetingarætlanini. Tí verður nú gjørt eitt átak at kanna orsøkirnar.
Ein spurnakanning um hugburð til barnakoppseting er á Vanganum send foreldrum hjá børnum undir seks ár. Høvuðsendamálið er at fáa innlit í, hvussu foreldur í Føroyum síggja barnakoppseting, og hvørt ivamál ella forðingar eru.
Spurningarnir snúgva seg um hugburð og álit. Heilsustýrið leggur dent á, at luttakaratalið er avgerandi fyri vísindaliga støðið á úrslitunum og heitir á bæði mammur og pápar um at svara.Tað tekur bert um fimm minuttir at svara.
Greiningarnar, sum verða gjørdar út frá úrslitunum, kunnu seinni verða nýttar til at kunna betur um týdningin av barnakoppseting.
Heilsustýrið sigur, at koppseting verður nevnd sum eitt av munadyggastu amboðunum í stríðnum móti smittusjúkum. Barnakoppseting verjir bæði barnið og onnur, serliga tey, ið ikki kunnu koppsetast sjálvi.
Í Føroyum fylgir koppseting einari skipaðari ætlan, og fyrsta koppseting verður tilmælt, tá barnið er tríggjar mánaðar gamalt.
Niðanfyri er ein talva, sum vísir BarnaKoppsetingarætlanina:
Aldur | Koppsetingar |
---|---|
3 mánaðir | • Difterí |
• Stívkrampi (tetanus) | |
• Kíkhósti (tussis convulsiva) | |
• Polio | |
• Hib (Haemophilus influenza b) | |
• Pneumokokksjúka | |
5 mánaðir | • Difterí |
• Stívkrampi (tetanus) | |
• Kíkhósti (tussis convulsiva) | |
• Polio | |
• Hib (Haemophilus influenza b) | |
• Pneumokokksjúka | |
12 mánaðir | • Difterí |
• Stívkrampi (tetanus) | |
• Kíkhósti (tussis convulsiva) | |
• Polio | |
• Hib (Haemophilus influenza b) | |
• Pneumokokksjúka | |
15 mánaðir | • Meslingar (morbilí) |
• Fárasjúka (parotitis epidemica) | |
• Reyðlingar (rubella) | |
4 ár | • Meslingar (morbilí) |
• Fárasjúka (parotitis epidemica) | |
• Reyðlingar (rubella) | |
5 ár | • Difterí |
• Stívkrampi (tetanus) | |
• Kíkhósti (tussis convulsiva) | |
• Polio | |
12 ár | • HPV (human papillomavirus) |
