Høgni Egilstoft er einsamallur fremstur í landsliðsbólinum í FM í talvi við tveimum stigum eftir tvey umfør. Wille Olsen megnaði næstan at standa móti Høgna longsata talvinum sunnudagin, men hann misti Wille í endaspælinum.
Spenningur var um unglingadystin millum føroyameistaran Luitjen Akselssen Apol og Elias Petersen, sum vann sítt talv í fyrsta umfarið. Luitjen vann kortini talvið sannførandi. Elias fór skeivt tíðliga í talvinum og læt kongastøðuna upp, sum Luitjen dugdi væl at gagnnýta til at fara í álop. Til endans setti hann Elias skák og mát við taktiskum snildum.
Petur Gardar Magnussen vann á Halduri Súna Johansen, sum var í góðari støðu. Haldur misti møguleikan at vinna, tá ið hann yvirsá ein einfaldan leik.
Hans Kristian Simonsen svaraði aftur eftir óvæntaða tapið fyri Eliasi Petersen í fyrsta umfarið. Hann vann móti Heðini Gregersen í einum talvi, sum var eitt sindur aftur og fram. Endin var at ein feilir hjá Heðini við konginum kostaði honum riddaran á e3 og harvið var talvið tapt.
Eftir 2. umfarð er støðan:
- 1. Høgni Egilstoft Nielsen 2 stig.
- 2-3. Luitjen Akselsson Apol 1,5 stig.
- 2-3. Petur Gardar Magnussen 1,5 stig.
- 4-5. Elias Petersen 1 stig.
- 4-5. Hans Kristian Simonsen 1 stig.
- 6-7. Wille Olsen 0,5 stig.
- 6-7. Heðin Gregersen 0,5 stig.
- 8. Haldur Suni Johansen 0 stig.
3. umfarð
Í dag klokkan 17.00 verður aftur telva á Skúlatrøð í Klaksvíks:
- Høgni Egilstoft Nielsen – Petur Gardar Magnussen
- Hans Kristian Simonsen – Haldur Suni Johansne
- Luitjen Akselsson Apol – Heðin Gregersen
- Wille Olsen – Elias Petersen