Jensjáku á veg til Himmalaya

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Jensjákup Hansen, fjallaklintrari og sjónvarpsmaður, setti í gjár kós til Katmandu, høvuðstaðnum í Nepal. Tað skrivar hann á Facebook.

Har steðgar hann í nakrar dagar, áðrenn hann fer at royna at koma upp á fjøllini Island Peak og Ama Dablam, sum bæði eru í Kumbudalinum, eystarliga í Nepal, ikki langt frá Mount Everest.

Túrurin fer at varða í ein mánað, og Jensjákup ferðast einsamallur. Ikki fyri at renna frá nøkrum, men fyri at koma nærri onkrum – kanska sær sjálvum, sum hann sjálvur sigur.

Jensjákup ætlar at deila brot frá ferðini við jøvnum millumbilum, og tá ið hann kemur heim aftur hevur hann tilfar til ein film og fyrilestur.

Jensjákup skrivar, at Ama Dablam er ofta nevnt “vakrasta fjall í heiminum” – ein tignarligur tindur, 6.812 metrar høgur. Ama Dablam, sum merkir hálsband móðurinnar á nepalskum, verður eisini ofta nevnt Matterhorn í Himalaya.

Jensjákup hevur áður lýst fjallið Ama Dablam, sum eitt av teimum mest tekniskt krevjandi fjøllunum at klintra. Har er bratt, og ofta mást tú klintra loddrætt eftir klettum og ísi.

Sir Edmund Hillary, sum fyrstur klintraði heimsins hægsta fjall Mount Everest saman við Tenzing Norgay, segði enntá, at Ama Dablam var vakurt, men óklintriligt. Fjallið varð ikki klintrað fyrr enn í 1961, næstan tíggju ár eftir fyrstu klintringina upp á Everest.


Jens Jákup Hansen er kendur fyri sjónvarpssendingarnar Hin rusuti á Kilimanjaro og Hin rusuti á Aconcagua. Eisini ger hann sendingarnar Útilív, um at ferðast í náttúruni í Føroyum.

Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur fyri hann. Við átakinum Hin Rusuti hevur hann varpað ljós á ADHD, og hann hevur gjørt filmar, hildið fyrilestrar og skriva nógv á sosilaum miðlum um ADHD og fjallaklintring.