Tað verður arbeitt við at tillaga leið 401, og nakrar broytingar verða eftir ætlan gjørdar á rutuni millum Norðoyggjar og Suðurstreymoy, tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina. Tað sigur Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, í svari til Eyðgun Samuelsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.
Hann vísir á, at hægri tunnilsgjøld í Eysturoyartunlinum og sáttmálabundnar útreiðslur gera tað torført at økja túratalið uttan meirfígging. Tískil er samskifti í gongd við tunnilsfelagið um ein lægri prís fyri bussar, sum kann gera tað lættari at betra tænastuna.
Leið 400 er mest nýtta farleiðin hjá Strandferðsluni, og tí er tað ein stór avbjóðing at gera broytingar, serliga tí fimtan aðrar leiðir eru bundnar at henni.
Strandferðslan hevur arbeitt við eini nýggjari planleggingarskipan, sum skuldi verið liðug til várs, men av seinkingum verður arbeiðið tikið upp aftur eftir páskafrítíðina.
Tá ið skipanin er sett í verk, verður tað lættari at tillaga ferðaætlanir og betra raksturin á Bygdaleiðum, sigur landsstýrismaðurin. Hann væntar, at hetta fer at betra tænastuna og eggja ferðandi til at brúka almennu flutningstænastuna.