Ein maður miðskeiðis í tríatiárunum er skuldsettur fyri tvey brot á vápnalógina eftir hendingina á Vestmannavegnum sunnudagin. Løgreglan steðgaði manninum og stongdi farleiðina í fýra tímar av trygdarávum.
Maðurin hevði tvey skotvápn og lóður í bilinum, sum løgreglan hevur lagt hald á.
Maðurin er ikki varðhaldsfongslaður. Hann hevði brúk fyri hjálp og er í góðum hondum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Tað tók løgregluni næstan fýra tímar at tosa mannin til rættis, so hann kom úr bilinum. Í bilinum var eisini eitt annað fólk, sum kom úr bilinum, beinanvegin, tá ið bilurin var steðgaður.