Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur lagt uppskot fram um broytingar í kunngerðini um lønarendurgjald og ferðaendurgjald til lærupláss. Broytingarnar snúgva seg serliga um endurrindan av løn til lærlingar og stuðul til ferðing.
Landskassin endurrindar læruplássum lønina til lærlingar undir skúlagongd. Endurgjaldið verður eftir umskotinum til kunngerð 60 prosent av minstulønini, um arbeiðsloysið er 3,5 prosent ella lægri, og 90 prosent um tað er hægri.
Harafturat er ásett, at lærupláss kunnu fáa kr. 2.600,00 í ferðaendurgjaldi, um lærlingurin má taka skúlagongdina uttanlands. Arbeiðsgevarin hevur tó ikki rætt til ferðaendurgjald, um skúlagongdin ber til í Føroyum.