Skúlaítróttadagur við Skúlaleikum 2025
Tað byrjaði við kulda, myrkri og regni. Vindurin lá niðan ígjøgnum Havnina, og nógv høvdu helst
hug at halda seg inni henda fríggjamorgunin 11. apríl.
Men hetta var eingin vanligur dagur – hetta var Skúlaítróttadagurin fyri 7. flokkar í Føroyum.
Og júst, sum vit kenna tað so væl frá veðrinum her á landi, umskiftist alt við eitt. Beint áðrenn
næmingarnir skuldu fara út og undir ymsu avbjóðingarnar, kagaði sólin fram, tað sleit í – og
vónin birtist um ein góðan dag .
Hundraðtals næmingar úr øllum landinum savnaðust á Hálsi – spentir og smílandi. Fyri framman
lá ein dagur við trimum ymiskum forðabreytum: tann taktiska, hóvliga breytin, tann garvilla og
orkukrevjandi breytin, og tann bóltfokuseraða breytin. Hvørt lið valdi eftir áhuga og førleika – og
høvuðsmálið var ikki at vinna, men at vera saman, røra seg og hava tað stuttligt.
Yvir øllum lá ein lívligur og spælandi andi. Rørslan og gleðin sóust aftur í andlitunum, og øll
sluppu at royna seg undir ókendum og spennandi – men samstundis tryggum kørmum. Og tað
vóru ikki bara næmingar, ið lupu, kastaðu, sparkaðu, lyftu og klatraðu.
Samstarvspartnarar hjá Skúlaleikum vóru eisini boðsendir at royna nýggju forðabreytirnar – og
tey møttu! Tað er ikki á hvørjum degi, at landsstýrisfólk bjóða av í stafett, og borgarstjórar taka
tøk í rógvimaskinuni saman við skúlanæmingum. Men tað var júst tað, tey gjørdu hendan
skúlaítróttadagin – og tað gekk frálíka væl.
Tey luttakandi vóru:
● Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum
● Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
● Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Kommunufelagið
● Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Kommunufelagið
● Evy Jacobsen, forstjóri í Betri, høvuðsstuðul
● Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF
● Petur Mittún, “liðskipari” og aðalskrivari í ÍSF
Stóra tøkk eiga eisini Ítróttabreytin og Adventurebreytin í NámX í Eysturskúlanum, ið vóru
við sum sjálvboðin á degnum. Tað var bæði hugaligt og álitisvekjandi at síggja føroyskan
ungdóm taka ábyrgd og hjálpa við at skapa eitt trygt, skipað og livandi tiltak. Tey verða avgjørt
biðin aftur.
Næmingarnir royndu seg í hesum ítróttaavbjóðingunum:
● Judo
● Fótbólti
● Styrki
● Flogbólti
● Fimleiki
● Rógving
● Badminton
● Taekwondo
● Klintring
● Tennis
● Frælsum ítrótti
● Føroya Politi – politiiroyndin
● Tórshavnar Sløkkilið – stafett
Ein lærari setti orð á tað, mong kendu:
– Á allar mátar væl fyriskipað og gjøgnumført. Áhugavert, stuttligt og avbjóðandi fyri
næmingarnar. Og ikki minst, tað var nakað fyri øll – genialt við trimum breytum!
Hetta gjørdist ein dagur við felagsskapi, forvitni, rørslu og skínandi sól – ein dagur, har allir
næmingar høvdu møguleika at luttaka á jøvnum føti og uppliva ítrótt, sum meira enn bara
kapping: sum felagsskap, rørslugleði og samanhald.
Toymið handan Skúlaleikir takkar øllum – næmingum, lærarum, sjálvbodnum, ítróttagreinunum,
samstarvsfeløgum og stuðlum – fyri at gera dagin møguligan og so minnisríkan.
Tað er ÍSF, sum hevur tikið stig til Skúlaleikir, ið nú hevur 4 ár á baki. Betri er høvuðsstuðul
saman við Nordea grunninum, og samstarvspartnarar eru Barna- og útbúgvingarmálaráðið,
Kommunufelagið, Fróðskaparsetur Føroya og Heilsustýrið.
Vit síggjast aftur í 2026!

















































