Kyndil í FM-finaluni eftir sera spennandi dyst

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Burndeildin (3. og avgerandi hálvfinala)
Kyndil – StÍF 29-29 (14-14) (Eftir umdyst 37-37, eftir brotskastkapping 41-40)

Tað gjørdist ógvuliga spennandi, tá ið Kyndil og StÍF spældu triðju og avgerandi hálvfinaluna í steypakappingini. 29-29 stóð á máltalvuni, tá ið dysturin var liðugur, og so máttu liðini út í tvær ferðir fimm minuttir umdyst. Tá var aftur javnt 37-37, og so vóru brotskøst á skránni.

Torkil Dahl, sum bara hevði brent eitt brotskast alt kappingarárið, brendi tað fyrsta hjá StÍF. Kyndil skoraði upp á øll sími fýra, og tá ið Tórður Guttesen tók brotskasti hjá Martini Toftanes Danielsen, so var Kyndil í finaluni, og føroya meista vinnandi felag á manssíðuni hevur nú møguleikan at vinna sítt fyrsta meistaraheitið síðan 2006.


Kyndil byrjaði dystin betri og førdi meginpartin av fyrra hálvleiki. Tíðliga í dystinum førdi Kyndil nakrar ferðir við trimum málum. Um miðjan fyrra hálvleik svaraði StÍF tó aftur, men Kyndil var framman fyri allan hálvleikin við einum ella tveimum málði. Ikki fyrr enn í seinasta løtu av fyrra hálvleiki javnaði StÍF fyri fyrstu ferð til hálvleiksstøðuna 14-14.

Seinni hálvleikur byrjaði sera javnt, og liðini skiftust um at skora til støðuna 18-18. Tá ið 37 minuttir vóru spældir legði Torkil Dahl fyri fyrstu ferð StÍF fram um við brotskasti. Men Kyndil helt tørn, og helt seg framhaldandi framman fyri fyri meginpartin av tíðini, meðan StÍF inn í millum kom fram um.

Spenningurin helt sær heilt fram til tað síðsta, bæði liðini høvdu møguleika at skora við støðuna 29-29 í seinasta minutti. Men bólturin fór ikki í málið, og so var sum nevnt umdystur.


Fyri Kyndil skoraðu William Skovsager og Tobias Thiesen við 10 og 9 málum hvør.

Fyri StÍF vóru málini betri deild. Martin Toftanes Danielsen skoraði 6 mál, meðan Djóni Petersen og Christian Bonde skoraðu 5 hvør.