Høgni Egilstoft Nielsen vann mikudagin eisini fimta talvi í landsliðsbólkinum í FM. Hann vann móti Hans Kristiani Simonsen, sum er styrkismettur sum nummar trý .
Nærmasti kappingarneytin hjá Høgna, Luitjen Akselsson Apol, vann eisini sítt talv móti Peturi Gardar Magnussen. Luitjen er, við 4,5 stigum, hálvt stig aftanfyri Høgna. Vinna teir báðir síni talv skírhósdag, so verður talvið teirra millum langa fríggjadag avgerandi fyri, hvør verður føroyameistari.
Nummar trý í landsliðsbólkinum er nú Elias Petersen, sum í dag vann móti Heðini Gregersen. Wille Olsen og Haldur Suni Johansen telvdu remis í dag.
Í dag skírhósdag verður telvað á Skúlatrøð klokkan 14.00. Almenningurin er vælkomin á gátt.
Úrslit í 5. umfari:
Rtg | Hvítur | Úrslit | Svartur | Rtg |
---|---|---|---|---|
2136 | FM Hans Kristian Simonsen | 0 – 1 | IM Høgni Egilstoft Nielsen | 2374 |
2326 | FM Luitjen Akselsson Apol | 1 – 0 | Petur Gardar Magnussen | 1862 |
1965 | Wille Olsen | ½ – ½ | Haldur Suni Johansen | 2029 |
2043 | Elias Petersen | 1 – 0 | Heðin Gregersen | 2000 |
Støðan eftir 5. umfar:
EloI | Stig | ||
---|---|---|---|
1 | IM Høgni Egilstoft Nielsen | 2374 | 5 |
2 | FM Luitjen Akselsson Apol | 2326 | 4,5 |
3 | Elias Petersen | 2043 | 3 |
4 | FM Hans Kristian Simonsen | 2136 | 2,5 |
5 | Petur Gardar Magnussen | 1862 | 1,5 |
5 | Wille Olsen | 1965 | 1,5 |
7 | Heðin Gregersen | 2000 | 1 |
7 | Haldur Suni Johansen | 2029 | 1 |
6. Umfar tann 17. apríl 2025 kl. 14:00
Rtg | Hvítur | Úrslit | Svartur | Rtg |
---|---|---|---|---|
2374 | IM Hogni Egilstoft Nielsen | – | Hedin Gregersen | 2000 |
2029 | Haldur Suni Johansen | – | Elias Petersen | 2043 |
1862 | Petur Gardar Magnussen | – | Wille Olsen | 1965 |
2136 | FM Hans Kristian Simonsen | – | FM Luitjen Akselsson Apol | 2326 |
7. Umfar tann 18. apríl 2025 kl. 14:00
Rtg | Hvítur | Svartur | Rtg | |
---|---|---|---|---|
2326 | FM Luitjen Akselsson Apol | – | IM Hogni Egilstoft Nielsen | 2374 |
1965 | Wille Olsen | – | FM Hans Kristian Simonsen | 2136 |
2043 | Elias Petersen | – | Petur Gardar Magnussen | 1862 |
2000 | Hedin Gregersen | – | Haldur Suni Johansen | 2029 |