Fult umfar í Betrideildini í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fimm dystir verða spældir í Betrideildini hjá monnum í dag, skírhósdag.

Fyrsti dystur byrjar klokkan 14.45, tá ið TB og 07 Vestur spæla við Stórá í Trongisvági.

Klokkan 15 er tríggir dystir. Í Klaksvík er klassikarin millum KÍ og HB. B36 tekur móti B68, og Víkingur spælir móti EB/Streymi í Gøtu.

Seinasti dysturin í dag er við Løkin í Runavík klokkan 17, tá ið FC Suðuroy kemur á vitjan hjá NSÍ.


Sagt verður frá trimum dystum í útvarpinum hjá FM1.

Klokkan 14.45 sigur Trygvi Absalonsen frá dystinum TB-07 Vestur við Stórá í Trongisvági.

Klokkan 15 sigur Regin Sivertsen frá dystinum KÍ-HB við Djúpumýru í Klaksvík.

Klokkan 17 sigur Pætur Nolsøe frá dystinum NSÍ-FC Suðuroy.

FM1 fylgir eisini gongdini í dystunum B36-B68 og Víkingur-EB/Streymur, ið byrja klokkan 15.


Dystir hósdag 17. apríl:

  • 14:45: TB – 07 Vestur
  • 15:00: KÍ – HB
  • 15:00: B36 – B68
  • 15:00: Víkingur – EB/Streymur
  • 17:00: NSÍ – FC Suðuroy

Stigatalva í Betrideildini menn

LiðDVJTMFMMStig
1NSÍ55002752215
25500123915
3HB5401146812
4B3653029909
5EB/Streymur521267-17
6FC Suðuroy520339-66
7B685104417-133
8TB5023410-62
9Víkingur502317-62
1007 Vestur5014411-71