Fyrstu hálvfinalurnar í landskappingini hjá kvinnum í hondbólti vóru spældar í dag. H71 og Kyndil vunnu móti ávikavist VÍF og Neistanum.
VÍF – H71 29-29 (16-14) (EFtir umdyst 33-33, eftir brotskast 37-38)
VÍF og H71 spældu eina sera spennandi hálvfinalu, sum endaði við, at H71 vann eftir brotskastskapping.
Liðini fylgdust so at siga allan dystin. VíF førdi 16-14 í hálvleikinum og 17-14 beint eftir hálvleik. H71 javnaði skjótt aftur, og var eitt skifti í seinna hálvleiki framman fyri við tveimum málum.
Móti endanum var ein støða, har Mille Dahl hjá VÍF við støðuna 29-29 var dømd fyri álopsfeil. Vestmenningar vóru alt annað enn nøgdir við dómin og vildu hava brotskast. H71 átti so seinasta álop í dysitnum, men kom ikki ordiliga til skot.
Í umdystinum hevði Ingibjørg Olsen hjá VÍF ein gyltan møguleika at avgera dystin, tá ið hon við støðuni 33-33 var púra leys í skjótálop, men hon brendi skotið.
Í brotskastskappingii brendi Agnas Funn hjá VÍF. Allar hjá H71 skoraðu, og so vann H71 fyrstu hálvfinaluna.
Fyri VÍF skoraði Fríða Nolsøe Olsen 9 mál, meðan Anna Elisabeth Weyhe skoraði 8 fyri H71.
Liðini møtast aftur 2. páskadag klokkan 18.00 í Hoyvíkshøllini.
Neistin – Kyndil 21-23 (11-12)
Neistin kláraði at steðga álopsmaskinuni hjá Kyndli. Men samstundist fingu tær ikki glið á sítt egnað álop, og tí eydnaðist Kyndli at vinna 21-23.
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Kyndil kom einaferð trý mál fram um, men tað eydnaðist Neistanum at minka til 11-12 í steðginum.
Í seinna hálvleiki bygdi Kyndil sær eina góða leiðslu á trý fýra mál. Men Neistin svaraði aftur seinastu løtuna, og kunnu millum annað iðra seg nógv um tvey brend brotskøst, sum veruliga kundu havt skapt spenning í dystin. Í staðin vann Kyndil 21-23.
Hjá Neistainum skoraði Silja Heðinsdóttir 4 ferðir, og hjá Kyndli skoraði dagsins leikarri Bjarta Johansen 7 mál, harav fleiri í teimum avgerandi seinastu minuttunum.
Liðini møtast aftur 2. páskadag klokkan 18.00

