Høgni og Luitjen telva avgerandi FM-talv langa fríggjadag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Finalan um føroyameistaraheitið í talvi er í hæddini. Luitjen Akselson Apol og Høgni Egisltoft Nielsen fara at tela um FM-sigurin í morgin. Høgni hevur nóg mikið við at telva remis, meðan Luitjen má vinna.

Høgni hevur higartil havt eina perfekta kapping við fullum stigatali, meðan Luitjen liggur heilt tætt aftanfyri við einans einum hálvum stigi minni.

Luitjen vann í dag við góðum spæli og vann móti Hans Kristiani Simonsen. Høgni stríddist í einum longum og harðvunnum talvi móti Heðini Gregersen, har hann við sínum sterku talvførleikum megnaði at vinna.

Í dag tryggjaði Elias Petersen sær bronsuna við einum sannførandi sigri móti Haldur Suni Johansen

Langa fríggjadag verður telvað á Skúlatrøð í Klaksvík klokkan 14.00. Almenningurin er vælkomin á gátt.


Úrslti í umfari 6

RtgHvíttÚrslitSvartRtg
2374IM Høgni Egilstoft Nielsen1 – 0Heðin Gregersen2000
2029Haldur Suni Johansen0 – 1Elias Petersen2043
1862Petur Gardar Magnussen1 – 0Wille Olsen1965
2136FM Hans Kristian Simonsen0 – 1FM Luitjen Akselsson Apol2326

Støðan eftir umfar 6

EloIStig
1IM Høgni Egilstoft Nielsen23745
2FM Luitjen Akselsson Apol23264,5
3Elias Petersen20433
4FM Hans Kristian Simonsen21362,5
5Petur Gardar Magnussen18621,5
5Wille Olsen19651,5
7Heðin Gregersen20001
7Haldur Suni Johansen20291