,

Hálvfinalurnar í Bónus steypakappingini í morgin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leygardagin verða hálvfinalurnar í Bónuskappingini spældar í ítróttarhøllini á Giljanesi. Lagt verður fyri kl. 13, og helmað verður ikki í, fyri enn fjórði og seinasti dysturin er liður um níggjutíðina leygarkvøldið.

Fyrsti dysturin byrjar kl. 13 og er millum nýklakta føroyameistaran Fleyr og SÍ, sum tapti báðar FM-finalurnar 3-2 fyri Fleyr. Hóast SÍ hevði vunnið allar landskappingardystirnar 3-0 á KÍF, so tapti SÍ 3-2 fyri teimum í bólkaspælinum í steypakappingini og skal tí sum tveyari í bólkinum spæla ímóti eittaranum í hinum bólkinum, Fleyr. Fáa vit aftur ein fimmsettara teirra millum sum í FM-finalunum?

Kl. 15 spæla menninir hjá SÍ og Fleyr. Hjá SÍ var vónbrotið stórt, tá teir taptu triðju og avgerandi FM-finaluna 19-17 fyri Mjølni í fimta setti, eftir at hava havt tríggjar dystarbóltar, og tí eru teir serliga grammir eftir at sleppa í finaluna at fáa nýggjan møguleika at vinna steyp í ár sum plástur upp á sárið frá taptu FM-finaluni. SÍ er eisini greiður favorittur at vinna, og hevur vunnið allar fimm dystirnar á Fleyr, men í tí fyrsta skuldu kortini fimm sett til.

Triði dysturin er millum kvinnurnar hjá KÍF og Mjølni og byrjar kl. 17. KÍF kom eitt sindur óvæntað í hálvfinaluna sum bólkavinnari, eftir at hava vunnið 3-2 á SÍ í bólkaspælinum og slapp harvið undan at møta føroyameistaranum Fleyr. Kortini verður Mjølnir als eingin løtt uppgáva, og nærum vónleyst er at spáa um, hvør vinnur. Í teimum trimum landskappingardystunum teirra millum vann Mjølnir tann fyrsta 3-0, men hinar báðar vann KÍF 3-1.

Seinasti dysturin byrjar kl. 19 og er ímillum menninar hjá Mjølni og ÍF. Hóast Mjølnir bara gjørdist nr. trý í bólkaspælinum og var aftanfyri ÍF á øðrumplássi, er Mjølnir kortini greiður favorittur at vinna, og tað er ikki uttan grund, at Mjølnir vann føroyameistaraheitið, tí liðið hevur fleiri streingir at spæla uppá. Hinvegin hevur ÍF við 3-2 sigri á Mjølni í bólkaspælinum júst prógvað fyri góðari viku síðani, at tað ber til at vinna á Mjølni, so hví ikki einaferð aftrat?

Hjá kvinnum er SÍ liðið, sum oftast hevur verið í steypafinaluni, við sínum 12 ferðum. Mjølnir hevur verið 9 ferðir, Fleyr 8 ferðir og KÍF eina ferð.

Hjá monnum er SÍ eisini liðið, sum oftast hevur verið í steypafinauni við sínum 16 ferðum. Teimum á baki kemur Mjølnir við 15 og ÍF við 14. Fleyr hevur fýra ferðir verið í finaluni.

Hálvfinalur í Bónuskappingini á Giljanesi leygardagin 19. apríl 2025:

Kvinnur: Fleyr – SÍ kl. 13:00
Menn: SÍ – Fleyr kl. 15:00
Kvinnur: KÍF – Mjølnir kl. 17:00
Menn: ÍF – Mjølnir kl. 19:00

————–

Mynd: SÍ hjá monnum var steypavinnari í fjør