Betrideildin 6. umfar: KÍ hølvaði HB av – Brandur bjargaði aftur NSÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

KÍ og NSÍ hava framvegis fult stigatal í Betrideildini hjá monnum og síggja út til at fara at dystast um meistaraheitið í ár.


Í Klaksvík var KÍ nógv betri enn HB, sum ikki sýnist at hava tað neyðuga at bjóða av í oddinum í ár. HB hjálpti KÍ í gongd, tá ið Dan í Soylu sendi bóltin í egið mál í fyrra á hálvleiki. Í seinna hálvleiki øktu Jákup Andreasen, Patrik Johannesen og Odmar Færø til 4-0


NSÍ hevði stórar trupulleikar at knógva uppflytarunum úr FC Suðuroy, og hóast NSÍ hevði bóltin mest, hevði FC Suðuroy eisini fleiri góðar atsóknir móti málinum. Bjargingarmaðurin hjá NSÍ gjørdist aftur hesaferð Brandur Olsen við enn einum frísparksmálið tólv minuttir fyri tíð.


Í Gundadali spældi B68 væl upp móti B36, og hóast B36 í seinna hálvleiki hevði teir betru møguleikarnar, so var 1-1 javnleikurin eitt rættvíst úrslit. Karstin Clementsen legði B36 fram um tíðliga í dystinum, og innskifti Símun Sólheim javnaði fyri B36 í seinna hálvleiki.


Føroyameistararnir úr Víkingi fingu veruliga gongd á málskjótingina móti EB/Streymi í gjár, eftir bert at hava skorað eitt mál fyrstu fimm dystirnar. Liðskiparin Atli Gregersen legði fyri eftir eitt hornaspark. Boubacar Dabo javnaði fyri EB/Streym við einum brotssparki, áðrenn Olaf Bárðarson, Jørgen Nielsen og Sølvi Vatnhamar syrgdu fyri, at Víkingur vann 4-1 og sín fyrsta sigur hetta kappingarárið.


TB vann eisini trý kærkomin stig á heimavølli móti 07 Vestur, sum nú er aftast í Betrideildini við einum stigi. 07 Vestur kom fram við mitt í fyrra hálvleiki, tá ið Edvin Jakobsen skoraði. Mohamed Samba javnaði fyri TB, Tummas Pauli Christiansen skoraði sigursmálið til 2-1 í seinna hálvleiki.


Stigatalva í Betrideildini menn

DVJTMFMMStig
1NSÍ66002852318
266001631318
3HB64021410412
4B3663121010010
5EB/Streymur6213711-47
6FC Suðuroy6204310-76
7Víkingur612358-35
8TB6123611-55
9B686114518-134
1007 Vestur6015513-81