Menninir hjá Kyndli og H71 spæla í kvøld klokkan 19.00 fyrstu finaluna um føroyameistaraheitið í høllini á Hálsi í Havn.
Spælt verður best av fimm finalum. Tað vil siga, at tað fyrsta liðið at vinna tríggja finalur verður føroyameistari. Hvør einstøk finala skal avgerast. Stendur á jøvnum, tá ið dysturin er liðugur, verður spældur umdystur á 2 ferðir 5minuttir. Er framvegis javnt tá, má dysturin avgerast við brotskastkapping.
Kyndil vann grundspælið og hevur tí ein lítlan fyrimun við at byrja við heimadysti, men tað hevur vanliga ikki nógv at siga í føroyskum hondbólti.
Liðini verður mett at vera sera jøvn, men H71 hevur seinnu árini megnað at vunnið nógv meistaraheitið, og nærum hvørt einasta ár, hava teir spælt við einum nærum nýggjum liðið við ungum evnaríkum leikarum. Hetta kappingarárið hava berandi málskjúttarnir verið Brian Slyne, Høgni Heinason og Rókur Ziskason. Liðið er eisini styrkt nakað seinastu vikurnar. Landsliðsleikarin, Helgi Hoydal, er við aftur eftir skaða, og í málið er Tóraldur Kollsker komin aftur at standa eftir nøkur ár uttanlands.
Kyndil hevur eitt krútstekt lið við nógvum donskum leikarum. William Skovsager og Tobias Thiesen hava verið teir, sum hava skotið flestu málini, og í verjuni hevur veteranurin Rókur Akralíð styrkt verjuna nógv, í tann mun hann hevur orku at spæla.
Kyndil, sum er mest vinnandi felagið í føroyskum manshondbólti við 30 meistaraheitum. Men teir hava ikki vunnið síðan 2007.
FM-finalur í Burndeildini menn
- Fríggjadagur 19. apríl: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 19:00
- Hósdagur 24. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 20:00
- Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00
Møguligar fjórðu og fimtu finalur
- Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 20:00
- Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00