Farna sunnudag endaði grannauppgerðin í Keypmannahavn við, at Brøndby vann 2-1 á FCK í Parkini. Daniel Wass skoraði sigursmálið, tá tveir minuttir vóru spældir av yvirtíðini, meðan Mohamed Elyounoussi brendi, tá hann fekk sama møguleika fyri FCK fimm minuttir seinni.
Málmaðurin hjá Brøndby, Patrick Pentz, fegnaðist um sigurin framman fyri fjepparunum hjá FCK og fekk seinna gula kortið. Hinvegin endaðu málmaðurin hjá FCK, Diant Ramaj, og eykamálmaðurin hjá Brøndby, Tonias Mikkelsen, við at fáa reytt kort, tá teir bardust eftir dystin.
Útvísingarnar høvdu við sær, at FCK noyddist at lata eykamálmannin, Nathan Trott, verja málið í oddadystinum ímóti FC Nordsjælland og tað fekk vanlukkuligar fylgjur, tí fyrrverandi enski ungdómslandsliðsmálverjin, Nathan Trott, sum annars er føddur á Bermuda, stóð seg ikki væl. FC Midtjylland førdi 2-0 og FCK stríddi seg til 2-2, men dysturin endaði við, at FC Midtjylland vann 4-2. eftir dystin gav bold.dk leikarunum ummæli frá 1-10, har 5 er miðal gott avrik og Trott fekk eitt 1 (!) tal. Spurningurin er so, um fyrrverandi íslendski málverjin, Rúnar Alex Rúnarsson, fær møguleikan nú, tí Ramaj fekk leikbann í tríggjar dystir.
Tað gekk hinvegin betri hjá triðjamálverjanum hjá Brøndby, hinum 19 ára gamla Gavin Beavers, sum er málverji á U20 landsliðnum hjá USA, tí hann helt málið reint í dystinum ímóti FC Nordsjælland.
FC Midtjylland er nú nr. 1, FCK nr. 2 og Brøndby nr. 3.