,

Fleyr gjørdi bart ímóti favorittinum SÍ og er í steypafinaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bónuskappingin – hálvfinala, menn:
SÍ – Fleyr 0-3 (21-25, 20-25, 19-25)

Uttan at taka nakað frá Fleyr, so væntaðu tey fæstu, at Fleyr fór at vinna hálvfinaluna á SÍ og uppaftur minni, at Fleyr fór at vinna ein so lættan 3-0 sigur, sum talan gjørdist um.

Fleyr legði seg tíðliga á odda í fyrsta setti og helt síðani fyri tað mesta SÍ eini tvey, trý stig aftanfyri seg og vann 25-21.

Uppaftur lættari gekk í øðrum setti, og mesta partin av settinum var Fleyr frammanfyri við trimum og fýra stigum, áðrenn settið varð vunnið 25-20.

Væntaða aftursvarið frá SÍ kom ongantíð, og Fleyr var á odda 12-7 og 16-10, áðrenn SÍ gjørdi ein lítlan vørr og minkaði um munin til 17-18. Men gleðin var stokkut, tí Fleyr vann næstu fýra bóltarnar, og so hvarv spenningurin aftur, og brátt hevði Fleyr vunnið 25-19 – og skal spæla steypafinalu Inni í Dal í Sandoynni leygardagin 26. apríl.

Mótstøðuliðið verður funnið seinni í kvøld, tá ÍF og Mjølnir bresta saman. Dysturin stendur sambært skránni at byrja umleið kl. 19, men verður allarhelst seinkaður nakað.