Heilar tríggjar ferðir vann Nikola Pokrivač (f. 26. novembur 1985) á herviligu krabbameinssjúkuni, men í gjárkvøldið lat hann lív í einum ferðsluóhappi nærhendis Karlovac, sum umfataði fýra bilar. Ein annar persónur doyði eisini, meðan tríggir aðrir vórðu innlagdir á sjúkrahús við álvarsligum skaðum.
Besta tíðarskeiðið hjá Nikola Pokrivač á fótbóltslívsleiðini mundi vera árini 2008-10, har hann umboðaði Kroatia 15 ferðir á A-landsliðnum. Ein av dystunum spældi hann undir HM-endaspælinum 2008, sum Sveits og Eysturríki skipaðu fyri. Tað eydnaðist ikki verjukenda miðvallarleikaranum at skora nakað mál á A-landsliðnum.
Á fótbóltslívsleiðini spældi Pokrivač við fleiri toppfeløgum, harímillum Dinamo Zagreb, AS Monaco, Red Bull Salzburg og Hajduk Split. Meðan hann leikti við Red Bull Salzburg, spældi hann í innleiðandi dystum ímóti HB í UEFA Champions League, har Red Bull Salzburg vann fyrra dystin 5-0, men seinna dystin vann HB 1-0 á Tórsvølli tann 20. Juli 2010, tá Símun Samuelsen skoraði sigursmálið.
Ærað veri minnið um Nikola Pokrivač, sum gjørdist 39 ára gamal.