Undir leiðslu av týska venjaranum Hansi Flick tykist FC Barcelona aftur at hava funnið fótafestið. Í kvøld leikti liðið 8. dystin síðani landsliðssteðgin og vendi einum tryggum tapi til ein sigur í evstu løtu. Fyribrigdið verður nevnt “remontada” á sponskum, tá alt verður vent á høvdið upp å ein øgiliga spennandi máta til allarseinast.
Ferran Torres legði Barça á odda 1-0, tá 12 minuttir vóru spældir, men bara tríggjar minuttir seinni javnaði Borja Iglesias, tá Wojciech Szczęsny dummaði seg í Barça-málinum. 1-1 var eisini støðan í hálvleikssteðginum.
Bara fáir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá Borja Iglesias legði Celta Vigo á odda 2-1 og bara 10 minuttir seinni hevði Borja Iglesias skotið hattrick. Men bara 2 minuttir seinni minkaði Dani Olmo til 2-3 og Barça tók yvir. Fýra minuttir seinni fann Lamine Yamal Raphinha aftast í Celta Vigo-brotsteiginum og brasilianarin skallaði bóltin í málið til 3-3. Trý mál upp á bara seks minuttir.
Leingi var líkt til, at dysturin skuldi enda við javnleiki, men Raphinha gjørdist stóra hetjan hjá Barcelona, tá hann skoraði upp á brotsspark langt inni í yvirtíðini.
Sigurin merkir, at Barcelona er sjey stig framman fyri Real Madrid, sum í morgin skal spæla ímóti Athletic Bilbao. Trýstið liggur sostatt á Real Madrid, meðan Barcelona í løtuni sólar sær á fyrstaplássinum í La Liga, er í sponsku steypafinaluni og í hálvfinaluni í UEFA Champions League.