VÍF hevur sett nýggjan venjara í starv at venja menninar. Talan er um Thomas Brønd, sum verður høvuðsvenjari hjá mansliðnum komandi kappingarár. Umframt mansliðið, skal hann venja dreingjaliðini U18, U16 og U14.
Thomas Brønd er dani, úr Viborg, 51 ár og hevur drúgvar og fjølbroyttar venjararoyndir.
Hann var í sínari tíð við til at stovna Viborg HK College saman við millum øðrum Ulrik Wilbek, har fleiri vestmenningar hava gingið og ganga á eftirskúla í dag.
Hann hevur staðið á odda fyri bestu kvinnuliðunum í Viborg, Roskilde og TMS Ringsted, og hann hevur eisini roynt seg sum landsliðsvenjara í USA og Bretlandi. Seinasta stóra venjarauppgávan var sum høvuðsvenjari fyri kvinnurnar í HIK håndbold.
Thomas Brønd byrjar í starvinum í Vestmanna tann 1. august Frammanundan er greitt, at Michal Piotrowski fer at venja kvinnu- og gentusíðuna hjá VÍF komandi kappingarár.