Karlot ótolnast eftir nýggjum túri til Nólsoyar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingsmaðurin fyri Framsókn, Karlot Hergeirsson, spyr aftur landsstýrismannin í samferðslumálum um nýggja túrin til Nólsoyar.

Hann sigar, at nógv ár hava nólsoyingar ynskt fleiri túrar, og í ár vórðu pengar settir av til ein dagligan túr afturat. Men nú apríl er hálvrunnin, er enn eingin nýggjur túrur.

Karlot Hergeirsson vísir á, at tað eru ymiskar meiningar millum nólsoyingar um, nær hesin túrurin eigur at liggja. Strandfaraskip Landsins eigur tí at tosa við nólsoyingar fyri at tryggja, at flest fáa gagn av túrinum. Hann sigur, at honum vitandi hevur einki samráð verið við nólsoyingar enn.

Karlot setti líknandi spurningar tann 19. februar, men svar kom ikki frá táverandi landsstýrismanninum, Dennis Holm, sum tá segði, at Strandferðslan var í gongd við at kanna hvílutíð hjá manningini og annað praktiskt. Dennis segði seg vera ótolnan og vildi loysa málið áðrenn várið. Nú er várið komið, men einki nýtt er hent, sigur Karlot Hergeirsson.

Tí spyr Karlot Hergeirsson enn einaferð, hesaferð nýggj landsstýrismannin, Jóhan Christiansen, nær kann Nólsoy vænta at fáa nýggja túrin? Og um samráðing við nólsoyingar er byrjað um, nær túrurin skal vera?