2. páskadag sigur FM1 frá trimum fjórðingsfinalum í kappingini um løgmanssteypið

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Klokkan 15 sigur Regin Sivertsen frá dystinum millum KÍ og B36 við Djúpumýru í Klaksvík. Jón Jacobsen verður viðmerkjari. Eyðstein Zachariassen verður viðmerkjari til dystin millum EB/Streym og AB í Hólmanum á Eiði. Klokkan 17.15 siga vit frá tveimum dystum. Pætur Nolsøe sigur frá dystinum inni í Dal á Sandi millum B71 og B68, og Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og Skála. Knút B. Johannesen verður viðmerkjari.