Aðru hálvfinalurnar í kvinnuhondbólti í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Aðru hálvfinalurnar í SMS-deildini hjá kvinnum í hondbólti verða spældar í dag.

Klokkan 16.00 spæla Kyndil og Neistin í høllini á Hálsi. Kyndil vann fyrstu finaluna 23-21, so Neistin má vinna í dag. Annars kemur Kyndil í FM-finaluna.

VÍF má eisini vinna móti H71, tá ið tær spæla í Hoyvík í kvøld klokkan 19.00. H71 vann fyrstu hálvfinaluna eftir umdyst í brotskastkapping, so lagt er upp til ein sera spennandi dyst í Hoyvíkshøllini.

Hálvfinalur í SMS-deildini

1. hálvfinala

  • VÍF – H71 29-29 (16-14) (Eftir umdyst 33-33, eftir brotskast 37-38)
  • Neistin – Kyndil 21-23 (11-12)

Komandi dystir

Í dag – 2. hálvfinalur

  • Kl. 16:00 Kyndil – Neistin
  • Kl. 19:00 H71 – VÍF

Hósdagin – Møguligar 2. hálvfinalur

  • Kl. 18:00 H71 – VÍF
  • Kl. 18:00 Kyndil – Neistin