Skipð verður nú fyri kapping at tekna maskottin til Betri Oyggjaleikir 2027.
Hvussu sær ein oyggjaleikamaskottur út? Nú ber til at lata hugflogið leika frítt og tekna ein maskott, ið kann vera eitt djór, eitt fólk, ein blóma ella okkurt heilt annað. Tað týdningarmiklasta er, at maskotturin er fittur, blíður, vinaligur, lívligur og elskar ítrótt og Føroyar.
Maskotturin fer kring landið at hitta børn, siga søgur og tosa um ítrótt. Kanska fer hann eisini at íðka ítrótt saman við teimum?
Øll kunnu vera við í teknikappingini! Tekna maskottin, gev honum navn og send tekningina til Betri Oyggjaleikir 2027. Freistin er mikudagin 7. mai á midnátt.
Ein dómsnevnd velur vinnandi tekningina, og vinnarin fær ein spennandi gávupakka frá samstarvspartnunum hjá Oyggjaleikunum 2027.