VÍF avgjørdi í seinasta sekundi – Kyndil í finaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur, 2. hálvfinala
H71 – VÍF 19-20 (9-14)

Hóast VÍF vann sær eina góða leiðslu seint í fyrra hálvleiki, so megnaði H71 at koma afturí aftur í seinna hálvleiki og skapa spenning í dystinum. VÍF kláraði tó at halda stand, og avgjørdi dystin í seinasta sekundi. Harvið er avgerðin, hvør møtir Kyndli í finaluni, útsett.

Kyndil vann aftur í dag móti Neistanum í aðru hálvfinaluni og eru harvið klárar at verja føroyameistaraheitið.


Talan var avgjørt ikki um nakran góðan hondbóltsdyst í Hoyvíkshøllini í kvøld. Bæði H71 og VÍF høvdu frá byrjan trupulleikar við at fáa álopsspælið at ganga, og talan var í 60 minuttir um ein rótutan dyst. Serliga H71 hevði allan fyrra hálvleik torført við at skora mál. Verjan hjá VÍF stóð væl, og inni í málinum stóð málverjin, Ida Mai Nielsen, væl.

Hóast VÍF eisini hevði torført við at fáa spælið at flóta, so megnaðu teir ofta at fáa mál eftir drúgv álop. Serliga lá væl fyri hjá Mille Dahl á høgra bakki, og so riggaði eisini at spæla inn til Lise Marie Nesse Evensen á strikuni.

Í seinna hálvleiki svaraði H71 aftur og át seg stútt og støðugt inn í dystin aftur. Álopið gekk eitt lítið sindur betri, og tá ið møguleikarnir koma, so skoraðu hoyvíkskvinnur eisini betri enn í fyrra hálvleiki.

Hinvegin so steðgaði álopið hjá VÍF fullkomiliga upp eftir steðgin, og fyrsta korterið av seinna hálvleiki skoraðu vestmannakvinnur bara tvær ferðir. Verjan hjá H71 var góð, og Rúna Larsen, sum kom inn í málið seint í fyrra hálvleiki, stóð eisini væl, og tók alt sum hon skuldi taka.

Seinastu fimm minuttirnar av dystinum fekk H71 kontakt við VÍF, og tá ið hálvurtriðji minuttur var eftir, javnaði Karin Egholm hjá H71 av høgra veingi til 19-19.

VÍF fekk kláraði ikki at skora næsta álopi, hóast Elsa Egholm hjá H71 fekk eina útvísing. VÍF tveitti bóltin burtur.

So fór H71 í álop. Men heldur ikki tær megnaði at spæla seg til ein ordiligan møguleika, og við sjey sekundum eftir, máttu tær skjóta við fyrstu sending eftir fríkast. Lukka Arge skeyt móti málinum. VÍF fekk bóltin, sum var sendur fram til Rannvá Olsen, sum skoraði sigurmálið til 19-20 í seinasta sekundi.

Fyri H71 skoraði Karin Egholm 5 ferðir, meðan Mille Dahl gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 6 málum.

Hóskvøldið spæla VÍF og Kyndil avgerandi triðju hálvfinaluna í Hoyvíkshøllini.


SMS-deildin kvinnur, 2. hálvfinala
Kyndil – Neistin 27-23 (14-10)

Kyndil og Neistin spældu eisini aðru hálvfinaluna fyrr í dag. Kyndil vann 27-23 eftir at hava verið framman fyri 14-10 í hálvleikinum. Eftir at Neistin hevði verið framman fyri fyrsta korterið av dystinum, kom Kyndil fram um og helt seg framman fyri restina av dystinum. Eina løtu í seinna hálvleiki kom spenningur í dystin, tá ið Neistin minkaði niður í eitt mál. Men Kyndil svaraði skjótt aftur, og seinasta korterið var ongantíð veruligur spenningur í dystinum.

Kyndil spældi seg rímiliga lættliga í finaluna, hóast Neistin var rímiliga nær við báðar dystirnar. Kyndil verður eisini stórfavorittur at endurvinna FM, saman um H71 ella VÍF verður mótstøðuliðið.

Hjá Kyndli skoraði Turið Arge Samuelsen 8 mál, og fyri Neistan skoraði Anna S. Mikkelsen 5 ferðir.

Hálvfinalur í SMS-deildini

1. hálvfinala

  • VÍF – H71 29-29 (16-14) (Eftir umdyst 33-33, eftir brotskast 37-38)
  • Neistin – Kyndil 21-23 (11-12)

2. hálvfinala

  • Kl. 16:00 Kyndil – Neistin 27-23 (14-10)
  • Kl. 19:00 H71 – VÍF ( 19-20 (9-14))

Hósdagin – 3. hálvfinaa

  • Kl. 18:00 H71 – VÍF