HSF spílar seg út við mentalum og kropsligum venjara

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hondbóltssamband Føroya heldur fram at menna umstøðurnar rundan um hondbóltin í Føroyum, og hevur nú bæði sett mentalan og kropsligan venjara í fulltíðarstarv.

Jens á Skipagøtu er settur sum mentalvenjari og fer at vegleiða landsliðsleikarar um trivnað og avrik bæði á og uttanfyri vøllin. Hann fer eisini at menna tilvitanina um tann mentala partin av hondbóltsspælinum og stuðla venjarum og feløgum í hesum arbeiði.

Pól Hendrikur Andreasen er settur sum kropsligur venjari og skal tryggja hægri venjingarstøði hjá føroyskum leikarum. Hann fer at samstarva við feløgini um kropsliga venjing og skipa leistir, ið kunnu brúkast í feløgunum. Kropsliga venjingin er vorðin ein grundarsteinur í hondbóltsvenjing, og nýggja starvið skal tryggja, at leikararnir fáa eina góða innlæring í fysiskari venjing frá ungdómi av.

Bæði Jens og Pól Hendrikur fara at stuðla leikaramenningini og tryggja, at føroyskir leikarar hava bestu møguleikar at mennast og gerast kappingarførir, bæði í Føroyum og uttanlands.

Hondbóltsambandið sigur seg við hesum vilja styrkja bæði breidd og úrval í føroyskum hondbólti.