Miðalrentan av skuld landskassans var við ársenda 2024 2,2 prosent.
Rentan, sum Føroyar í miðal rindar fyri síni lán, er nógv minkað síðan 2011, men er hækkað aftur síðan 2021, tá ið tjóðbankarnir settu rentuna upp. Í 2025 kann miðalrentan fara at hækka enn meira, tí síðsta lánið við heilt lágari rentu verður endurfíggjað.
Mynd 1 – Lánsbrævaskuld: Miðal renta við ársenda

Landskassin endurfíggjaði í juni 2024 eitt lán á 1,1 millardir krónur við eini rentu á 3,25 prosent. Harumframt tók landsstýrið í juli 2024 eitt 15-ára standandi lán á 900 milliónir krónur við effektivari rentu á 3,624%. Í januar 2025 varð hetta lánið økt við 350 milliónir krónur, og effektiva rentan á hesum var 3,55 prosent. Samlaða upphæddin á 1,250 miliardir krónur verður plaserað stutt fram til juni 2025, tá ið eitt annað lán skal afturrindast.
Nettoskuld landskassans við ársenda 2024 var 200 milliónir krónur, meðan marknaðarvirðið av lánsbrævaskuldini var 5 milliardir krópnur. Gjaldførið við árslok var 4,8 milliardir krónur.
Landsbankin umsitur lánsbrævaskuldina hjá landskassanum, sum er tann beinleiðis rentuberandi skuldin. Harumframt er landskassin óbeinleiðis eksponeraður fyri skuld hjá kommununum og tunnilsfeløgunum. Henda skuld er ikki tald við í tølunum omanfyri.
Talva 1 Lánsbræva landskassans
