Starvsfólkatalið í Føroyum veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Í mars vóru 29.834 starvsfólk, 498 fleiri enn í fjør, svarandi til ein vøkstur á 1,7 prosent. Størsti parturin av vøkstrinum er hjá kvinnum, har talið er vaksið 2,1 prosent samanborið við 1,3 prosent hjá monnum.
80 prosent av vøkstrinum eru undir almennum ræði, har kvinnurnar standa fyri mest sum allari økingini. Í mars vóru 311 kvinnur fleiri hjá almennum arbeiðsgevara, meðan kvinnur í privatu vinnuni minkaðu við sjey. Hjá monnum var vøksturin javnari millum almennan og privat geira.
Mest minking í framleiðsluvinnuni Í vinnugreinini “Framleiðsluvinna” var størsta afturgongdin, har 115 færri vóru í starvi í mun til í fjør. Minkandi starvsfólkatal sást eisini í flutnings- og gistingarvinnuni.
Starvsfólk uttan bústaðartilknýti Talið á starvsfólkum uttan føroyskt bústaðartilknýti hevur verið vaksandi seinastu árini, men í mars var vøksturin nógv minni enn undanfarin ár. Talið vaks við 50 persónum ella 2,6 prosent í mun til mars í fjør, meðan økingin í fjør var 18 prosent.