U18-hondbóltsmenn beinleiðis til EM 2026

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í morgin, mikudagin klokkan 10, verður lutakast til EM26-undankappingina í hondbólti hjá U18-monnum.

Høga styrkismetingin hjá Føroyum í ungdómshondbólti hjá monnum merkir tó, at Føroyar eru beinleiðis við í endaspælinum.

Á styrkislistanum hjá EHF yvir ungdómshondbólt á manssíðuni, eru Føroyar styrkismettar sum nummar 11. Listin byggir á úrslitini fýra ár aftur, har Føroyar hava havt góð úrslit.

14 tey fremstu liðini á listanum koma beinleiðis til endaspælið hesuferð, meðan 10 tey seinastu plássini verða avgjørd við undankapping.

U18 EM-endaspælið verður leikt í Serbia í døgunum 5. – 16. august 2026.