Klassiska 200 gram sjokulátaplátan hjá Marabou, sum eisini er sera væl umtókt í Føroyum, minkar við sjey puntum. Nú verður hon bara tríggjar puntar í breiddini í staðin fyri teir vanligu fýra. Hon fer framyvir at viga 160 gram. Tað skrivar svenska Aftonbladet.
Osøkin til broytingina er, at prísurin á kakao er trífaldaður seinastu árini, og tað ávirkar næstan allar sjokulatuvørur hjá Marabou, so sum sjokulátapláturnar og Daim.
Vánaligt veður er ørsøkin til eitt vánaligt kakaoheyst, sum síðan hevur trýst prísin á kakao upp.
Julia Lindberg, stjóri í Mondelēz Sverige, sum eigur Marabou, sigur, at vónin er, at brúkarin fær ein rímiligari prís.