Rættarnevndin heldur, eins og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, at revsilógin skal broytast, so hon eisini fær ásetingar um tráfylging, – stalking, og sálarligan harðskap.
Og har aftrat er ein áseting um ágang móti alment settum starvsfólkum.
Í galdandi revsilóg er eingin sjálvstøðug áseting um tráfylging og heldur ikki um sálarligan harðskap.
Ein onnur broyting er, at fyrningarfreistin fyri harðskap móti fólki, sum er yngri enn 18 ár, skal ikki byrja fyrr enn tann órættaði fyllir 21 ár.
Og nýggj áseting er eisini um tey, sum undir serliga skerpandi umstøðum gera kartellavtalu, tað er semju um kapping.
Broytingarnar í revsilógini koma í gildi dagin eftir, tær eru kunngjørdar.