Tingfundur klokkan 11

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tingfundur er í dag klokkan 11.00. Á skránni eru fýra 3. viðgerðir og tíggju 2. viðgerðir.

Millum annað verða uppskotini um løn undir útbúgving til heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðiligar hjálpararar og skiftisregla fyri uttanlandsfrádrátt til 3. viðgerðar.



Dagsskráin, hósdagur, 24. apríl 2025, kl. 11:00

3. viðgerð LM-076/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving (Løn undir útbúgving og útbúgvingarlongd)

    3. viðgerð LM-047/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skiftisregla fyri uttanlandsfrádrátt)

      3. viðgerð LM-084/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skatting av húsaleigu)

        3. viðgerð LM-067/2024 – Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov om nordisk samarbejde (Valg af 16 suppleanter til Nordisk Råds danske delegation)

          2. viðgerð LM-108/2024 – Uppskot til broyting í Tingskipanini (Víðkan av heimildunum hjá Uttanlandsnevndini)

            2. viðgerð LM-110/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í fiskimannaskipanini)

              2.viðgerð LM-061/2024 – Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af søloven

                2. viðgerð LM-062/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Fylgibroytingar til broytingar í sjólógini viðvíkjandi Vrak-sáttmálanum)

                  2. viðgerð LM-099/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at seta upp vakmyndatól)

                    2.viðgerð LM-088/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir (Heimild til kommunur at áseta bústaðarskyldu)

                      2. viðgerð LM-068/2024 – Uppskot til løgtingslóg um tænastugjald á tóm býli

                        2. viðgerð LM-081/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) og løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing (Frástøðuboðslógin) (Útsett fyrningarfreist fyri ávís brot móti persóni undir 18 ár, ágangur móti alment settum starvsfólki, tráfylging, sálarligur harðskapur og kartellavtalur undir serliga skerpandi umstøðum o.a.)

                          2. viðgerð LM-103/2024 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur (Javning av koyripengum)

                            2. viðgerð LM-082/2024 – Uppskot til løgtingslóg um Talgildu Føroyar 2.0
                            Framløga

                              Viðmerkingar
                              LM-061 og 062/2024 verða viðgjørd undir einum