Ferðin og fyrireikingarnar hjá fjallaklintraranum Jens Jákup Hansen at fara upp á 6.812 metra høga Ama Dablam í Himmalayafjøllunum halda fram.
Í gjár var Jens Jákup og ferðalagið, hann er við, á toppinum á Lobuche East, sum er 6.119 metrar høgt.
Jens Jákup skrivar á Facebook,. at tey fóru úr toppleguni klokkan 1 um náttina og vóru aftur 7 tímar og 35 minuttir seinni. Ein krevjandi, kaldur og brattur túrur – men ein fantastisk uppliving, sigur Jens Jákup.
Túrurin í gjár var partur av venjingini til Ama Dablam, sum bíðar um fáar dagar.
Lobuche East er eitt tekniskt fjall, og túrurin gav Jens Jákup bæði royndir og sjálvsálit, sigur hann.
Jens Jákup skrivar, at hann hevði ikki komið upp á toppin, um tað ikki var fyri hansara trúgva sherpa, Richard, sum bar fyri ahnn og helt eyga við trygdini alla leiðina.
