H71 koppaði Kyndli í fyrstu finaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin kvinnur, 1. finala
Kyndil – H71 24-29 (11-13)

Kvinnurnar hjá H71 síggja út til at hava funnið rætta giri, nú landskappingini í hondbólti verður avgjørd.

Fyrr í vár gekk verri, og felagið valdi at skifta venjara. Síðan tá hava Helgi Hoydal og Gilli Lorenzen spakuliga vent gongdini, og í seinastu hálvfinaluni smurdu hoyvíkskvinnur VÍF av.

Góða gongdin sær út til at halda fram í finalunum, og í gjár vann H71 heldur óvæntað móti einaráðandi liðinum SMS-deildini seinastu tvey árini, Kyndli. Sigurin var greiður 29-24, og H71 var framman fyri meginpartin av dystinum.

Fyrstu tjúgu minuttirnar gekk tó javnt á, og liðini skiftust um at vera framman fyri. So fór H71 undan og var framman fyri 13-11 í hálvleikinum.

Kyndil hevur eisini havt nakrar umskiftingar á venjarasíðuni. Bárður Johannesen er ikki hjálparvenjari longur, og í gjár var Julian Johansen á beinkinum saman við Sofus Dal Christiansen. Málverjuvenjarin Dávur Clementsen er heldur ikki við longur. Eisini hevur stórskjúttin Turið Arge Samuelsen verið úti við skaða.

Alt hetta sær út til at hava ávirkið góðu rútmina á liðnum, sum nú skal royna at draga alla rutinuna fram til seinatu finalurnar

Hóast H71 var frammanfyri allan seinna hálvleik, so fylgdi Kyndil við heilt fram til fimm minuttir vóru eftir. Tá var støðan 23-22 til H71. Seinastu fimm minuttirnar hevði H71 tó meira orku, og vann at enda greitt 29-24.

Fyri Kyndil skoraðu Inga Maria Roysdóttir og Bára Krossteig Hansen 6 mál hvør. Hjá H71 skoraðu Elsa Egholm og Maria Weyhe fimm mál hvør.

Onnur finalan verður í Hoyvíkshøllin mikukvøldið klokkan 17.45.

FM-finalur í Burndeildini kvinnur

Spældar finalur

  • Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 24-29 (11-13)

Komandi finalur

  • Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 17:45
  • Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 15:30

Møguligar fjórðu og fimtu finalur

  • Mikudagur 7. mai: H71 – Kyndil, Hoyvíkshøllin, kl. 19:00
  • Leygardagur 10. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00