Landsliðsleikarin, Hákun West av Teigum, skoraði sjey mál fyri Füchse Berlin í fjórðingsfinaluni í Champions League móti danska felagnum Aalborg Håndbold.
Í hálvleikinum førdi Aalborg 15-14, men í seinna hálvleiki setta týska liðið turboina frá og vann dystin heili 37-29.
Føroyski høgri vongurin, Hákun West av Teigum, spældi ein av sínum bestu dystum fyri Füchse Berlin og fekk nógvar fríspælingar frá Mathias Gidsel, tá ið Aalborg royndi at steðga honum,
Við stórsigrinum hevur Füchse Berlin sera gott útgangsstøði at spæla seg víðari hálvfinaluna. Seinna fjórðingsfinalan verður spæld í Aaborg mikudagin.