, , ,

Fyrsti yrkisleikarin nakrantíð var blindur

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tað er torført at taka dagar ímillum, hvør var fyrsti yrkisleikarin nakrantíð, tí tað er ógjørligt at vita, hvussu leikararnir vórðu løntir. Fleiri av leikarunum fingu løn fyri at spæla, men allir høvdu annað starv við síðuna av fótbóltsspælinum. Hugtakið “shamateurism” var ikki ókent millum manna, sum merkti, at áhugaleikarar í tí dulda fingu løn sum yrkisleikarar og tað var ikki væl dámt. Í kappingarárinum 1876-77 fluttu Peter Andrews og James Joseph Lang úr Skotlandi til at spæla fyri Sheffield-feløgini Heeley og The Wednesday Football Club, men tað er óvist, um teir skulu bólkast sum áhugaleikarar ella yrkisleikarar.

Tað er torført at siga, hvør var fyrsti yrkisleikarin nakrantíð, men fleiri eru samdir um, at skotski landsliðsleikarin, James J. “Reddie” Lang, sum skifti til Sheffield Wednesday í oktobur 1876, tá ið teir høvdu varnast hann í einum dysti fyri Glasgow í Sheffield fyrr í árinum. Hóast Wednesday felagið var ímóti yrkisfótbólti, so góðtóku teir treyðugt, at ein nevndarlimur, Walter Fearnehough, veitti Lang starv í fyritøkuni hjá Fearnehough, sum hevði knívasmíð í Garden Street. Hansara arbeiðsskyldur vóru eftir øllum at døma ikki til og hann brúkti allan arbeiðsdagin til at lesa bløðini.

James Joseph Lang (f. 12. mars 1851 – d. 14. juli 1929) var føddur í Glasgow í Skotlandi. Lang var bert 18 ára gamal, tá hann gjørdist blindur í vinstra eyga, tí hann hevði verið fyri einari vanlukku í 1869, meðan hann arbeiddi hann á skipasmiðjuni hjá John Brown & Company í Clydebank í Glasgow, men tað eydnaðist honum at halda tað loyniligt fyri øllum, meðan hann var í Sheffield av teirri orsøk, at mótstøðuleikararnir ikki skuldu kunna gera sær dælt av støðuni. Hann duldi tað eisini sum mansmorð, meðan hann spældi, tí tað ikki skuldi ávirka, um hann varð úttikin til liðið ella ikki.

Jamie ella Jimmy Lang varð vanliga róptur “Reddie”, tí hann var reyðhærdur. Fótbóltslívsleiðin hjá Lang byrjaði hjá Eastern í Glasgow. Hann gjørdi tíðliga vart við seg og hevði eina frálíka fótbóltslívsleið í Glasgow, har hann spældi við tveimum væl umtóktum feløgum, Clydesdale Football Club og 3rd Lanarkshire Rifle Volunteers Football Club sum álopsleikari. Tað var meðan hann spældi við Clydesdale, at hann spældi í fyrstu skotsku steypafinaluni nakrantíð í 1874, har hann tapti 0-2 fyri mæta Queen’s Park-liðnum.

Lang spældi javnan fyri býliðið hjá Glasgow ímóti Sheffield, og í dystinum í apríl 1876, har Glasgow vann 2-0, legði nevndin í The Wednesday merki til hansara, hóast Sheffield-liðið umfataði báðar Clegg-brøðurnar, Charles and William, Jack Hunter og Billy Mosforth. Dysturin varð spældur á Kinnning Park og Lang spældi fyri Clydesdale. Harumframt var Lang eisini skotskur landsliðsleikari, har hann spældi fyrsta landsdystin í mars mánaða 1876 og fekk eitt byrjanarmál.

Teir bjóðaðu honum síðani at spæla á teirra liði og hann flutti í oktobur sum 25 ára gamal fyri at spæla við The Wednesday, sum seinni broytti navn til Sheffield Wednesday FC. Hann fekk ikki løn frá felagnum, men fekk í staðin starv hjá einari knívframleiðslufyritøku í Garden Street, sum ein av nevndarlimunum, Walter Fearnehough, átti. Hóast familjufyritøkan framleiddi “Bayonetspiralir, Ledgerblað og Chaffknívar” fekk Lang ongar formligar uppgávur og hann brúkti tað mesta av degnum uppá at lesa bløðini. Arbeiðsskyldurnar hjá Lang var at spæla fótbólt og ikki at arbeiða í fyritøkuni hjá Feanehough. Hann var í býnum fyri at spæla fótbólt og ikki fyri at gera knívar. Tískil verður Lang mettur at vera fyrsti yrkisleikarin í fótbólti yvirhøvur. Stutt eftir vóru nógvir lagstir afturat.

Fyrsta umrøðan av, at Lang spældi fyriThe  Wednesday, var ein vinardystur ímóti lokalu kappingarneytunum Hallam tann 25. november 1876. Meðan hann spældi fyri The Wednesday gjøgnum alt kappingarárið 1876–77, og var við í seks vinardystum, fýra steypadystum, tveimum umboðandi dystum og einum vælgerðardysti, so spældi hann eisini tveir dystir fyri Chesterfield Spital  í desembur 1876.

Lang vendi aftur til Third Lanark í oktobur 1877 og tapti enn einaferð skotsku steypakappingina í 1878; hesaferð fyri Vale of Leven. Hóast hann flutti aftur norður um markið, var Lang framvegis við í The Wednesday í 1878, og spældi í trimum Sheffield Challenge Cup dystum umframt finaluna, har The Wednesday vann 2-0 á Attercliffe.

Hann spældi tveir landsdystir dystir fyri Skotland, tann fyrra 25. mars 1876 í 4-0 sigri á Wales (fyrsti landsdysturin millum londini) og tann seinna 23. mars 1878, har hann skoraði eitt mál í hvørjum dysti. Tað er merkisvert, at Lang bert spældi landsdystir, meðan hann spældi fyri skotsk feløg, men tá fylgdi skotska fótbóltssambandið einum tilætlaðum politikki um ikki at velja leikarar, sum spældu í Onglandi, og høvdu sama sjónarmið fram til 1896.

Meðan hann framvegis spældi við Third Lanark, spældi Lang enn einaferð fyri The Wednesday í januar 1879 ímóti Heeley, áðrenn hann kom aftur í fullari tíð til South Yorkshire til kappingarárið 1879–80. Lang spældi fyri Attercliffe ímóti Blackburn Rovers í november 1879. Lang spældi eisini fyri Sheffield Zulus, har hann var á liðnum ímóti Chesterfield 24. november 1879 og ímóti Barnsley í januar 1880 – hann var eisini eitt stutt skifti skrivari í felagnum (tá tað sama sum felagsstjóri (manager)).

Lang spældi fleiri enn 20 dystir fyri Wednesday í kappingarárinum 1880–81, og var liðskipari hjá teimum fyrstu mánaðirnar. Men fyri kappingarárið 1881-82 var hann bert við tríggjar ferðir – harímillum í Wharncliffe Charity Cup finaluni ímóti Heeley í 1882, sum The Wednesday vann 5-0.

Lang vendi aftur til Skotlands í oktober 1877 fyri at spæla við Third Lanarkshire Rifle Volunteers Football Club, men ferðaðist javnan niður aftur til Sheffields fyri at spæla týðandi dystir við The Wednesday. Soleiðis skifti hann ímillum Glasgow og Sheffield heilt fram til 1883, tá Lang flutti tvørtur um Penninafjøllini fyri at melda seg uppí feløg í Lancashire og Cheshire, helst mótfallin av, at Sheffield áhaldandi helt fast við amatørismu. Lang var eisini skrásettur fyri at spæla fyri Northwich Victoria ímóti Bolton Wanderers í januar 1884. Í 1885 skifti hann sum 35 ára gamal til Burnley, har hann spældi, til hann legði gaggurnar á hillina.

James Joseph Lang kom at enda aftur til Skotlands og endaði sínar fótbóltsdagar sum eftirlitsfólk til dystirnar hjá Rangers. Hann doyði í Glasgow í 1929.