Barca spanskur steypavinnari eftir dramatiskan sigur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað var drama, tá ið Barcelona eftir umdyst vann sponsku steypafinaluna móti Real Madrid. Týski verjuleikarin, Antonio Rüdiger, var rasandi og mátti haldast liðfeløgunum, áðrenn hann fekk reytt kort. Eisini Jude Bellingham og Lucas Vázquez fingu reytt kort í rokinum eftir dystin.

Barcelona tryggjaði sær sigurin í eini spennandi finalu. Luka Modric gjørdi eina skeiva sending, og Jules Kounde, verjuleikari hjá Barcelona, skoraði sigursmálið til 3–2, tá ið 116 minuttir vóru spældir. Hetta var 32. ferð, at Barcelona vinnur Copa del Rey.

Pedri legði Barcelona fram um í fyrra hálvleiki. Men tað sá svart út hjá Barcelona, tá ið Real Madrid vendi leikgongdini í vanligari leiktíð. Fraksmenninir Kylian Mbappé og Aurélien Tchouaméni skoraðu ávikavist til 1–1 og 2–1. Barcelona javnaði til 2–2, tá ið Ferran Torres fekk ein langan bólt frá Lamine Yamal.

Finalan var eisini merkt av umstríddum dómaraspæli. Tvær avgerðir hjá dómaranum Ricardo de Burgos Bengoetxea vóru broyttar av VAR, og tað førdi til ónøgd millum spælarar og áskoðarar.

Steypasigurin hjá Barca gjørdi eisini, at venjarin, Hansi Flick, framvegis ikki hevur ikki tapt nakra finalu sum venjari.

Barcelona er eisini oddalið í La Liga. Real Madrid er á øðrum plássi, fýra stig aftanfyri.