Árliga skrivikappingin í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu er komin at enda, og teir tríggir vinnararnir vóru kunngjørdir á bókasavninum við Løkin fríggjakvøldið.
1. vinnari er Svanna Jákupsdóttir við monologinum Stovnsrøkt
2. vinnari er Eydna Skaale við monologinum 02-07
Serstøka virðislønin til ungt fólk fór til Katrin Rannváardóttir Reistrup við monologinum Spegl, spegl…
Gott 60 fólk góvu sítt íkast til skrivikappingina.
Tveir av monologunum kunnu lesast her: https://lokin.fo/kappingar