Danska Skaðanevndin er nú komin við frágreiðingini um vanlukkuna á línuskipinum Kambi, sum sakk 6. februar 2024, 17 fjórðingar sunnan fyri Føroyar.
Orsøkin til vanlukkuna var, at sjógvur kom í skipið gjøgnum eina lúku í bakborði, sum ikki fekst heilt aftur, tí annar skinnarin á lúkuni var skaddur.
Tað gjørdi, at skipið legði seg meira og meira, og sjógvur breiddi seg, frá boyurúminum til lastarúmið og víðari til fabrikkina.
Manningin royndi at lata lúkuna millum boyurúmi og fabrikkina aftur, men tað eydnaðist ikki orsakað av stóra vatntrýstinum.
Alt hendi skjótt, og slagsíðan gjørdi tað torført at koma til stýrhúsið, sum var mynstringarstaðið í neyðstøðu.
16 mans vóru við Kambi. Trettan mans komu í stýrhúsið og vórðu bjargaðir við tyrlu. Ein maður varð bjargaður úr sjónum, og tveir mans komu ikki aftur í aftur.
Danska skaðanevndin staðfestir, at skipið var í samsvari við tekniskar reglur hjá Sjóvinnustýrinum, men lúkan á skipssíðuni var ein veikleiki, bæði í sambandi við mekaniskar lutir og praktiskar avbjóðingar. Hetta er ein kendur veikleiki við á línuskipum, sum áður hevur ført til at skip eru gingin burtur, sigur danska Skaðanevndin.