Løgmaður: Búðskaparstøðan góð – langtíðarhaldførið vánaligt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Johan Dahl, løgtingsmaður, spurdi løgmann, Aksel V. Johannesen, um búskaparligu avbjóðingarnar, sum land og kommunur hava fyri framman, og nú hevur løgmaður svarað.

Johan Dahl vildi vita, hvørjar metingar eru um búskapin komandi árini, og um tørvur er á reformum, sparingum ella nýggjum inntøkum. Eisini spurdi hann, um ætlanir eru um at stovna eina óhefta bygnaðarnevnd og seta í verk broytingar í pensjónsaldrinum og kommunubygnaðinum.

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, svarar, at búskaparstøðan hjá tí almenna er góð í løtuni við lágum arbeiðsloysi og fjølbroyttum búskapi. Hann vísir tó á, at langtíðarútlitini eru vánalig, tí útreiðslurnar sannlíkt vaksa skjótari enn inntøkurnar, av tí at fólkasamanseting broytist. Arbeitt verður við nýskipanum og sparingum fyri at forða vaksandi skuld og løgmaður leggur dent á, at hetta krevur breiða politiska semju.

Løgmaður greiðir frá, at eitt lógaruppskot er lagt fram um at hækka pensjónsaldurin úr 68 árum í 2034 til 70 ár í 2042. Tað kann spara millum 150 og 200 milliónir krónur árliga, tá ið broytingin fær fullan virknað. Arbeitt verður eisini við at stovna eitt fakligt nýskipanarráð, sum skal koma við uppskotum til reformar og effektiviseringar í almenna geiranum.

Viðvíkjandi eldraøkinum sigur Løgmaður, at kommunurnar hava ábyrgdina av fíggingini, men skattainntøkurnar frá pensjónsinngjøldum eru ikki nóg mikið til at fíggja vaksandi útreiðslurnar.

Hann staðfestir eisini, at landsstýrið ikki hevur ætlanir um at leggja kommunur saman við lóg, men kommunubygnaðurin verður viðgjørdur sum partur av haldførinum í almenna búskapinum.