Lisa J. Xin úr Havnar Telvingarfelag er norðurlendskur meistari í talvi fyri gentur í bólkinum fødd í 2012 og seinni.
Við sannførandi telving lat Lisa ongan iva verða um, hvør var stinnast í bólkinum. Lisa var styrkismett nummar níggju í bólkinum, men telvaði alla kappingina við tryggleika og flogviti.
Hon byrjaði kappingina við at vinna móti einum dana. Síðan vann hon móti finskari gentu í 2. umfari, og vann Lisa virðisløn fyri besta talvið tað umfarið. Í 3. umfari vann Lisa á íslendskari gentu og síðan einari norskari í 4. umfari.
Avgerandi talvið í 5. umfari var móti finskari gentu, styrkismett nummr 3 í kappingini. Vinnarin av talvinum fór at standa eftir við øllum. Nógv stóð tí uppá spæl.
Lisa fekk tíðliga í talvinum, eina sterka miðju og fyrimun í støðuni. Hetta gagnnýtti hon til at vinna sær eina finnu. Javnleikur var nóg mikið til at vinna norðurlendska meistaraheitið, so í einari støðu við greiðum fyrimuni tók Lisa av remistilboðinum frá mótstøðugentuni. Sostatt gjørdist Lisa meistari við 4,5 av 5 stigum.
Natasja Mørkøre hevur eisini luttikið í kappingini. Hon byrjaði væl við einum remis móti íslendara styrkismett nummar 4 í kappingini. Síðan kom enn eitt remis hjá Natasju móti einum javnt sterkum telvara úr Íslandi. Í 3. umfari mátti Natasja so lúta fyri sterkari íslendskari gentu, styrkismett nummar 6 í kappingini. Í 4. umfari tapti Natasja síðan fyri danskari gentu, og er hetta helst talvið hon kemur at iðra seg mest um. Hennara seinasta talv var ímóti einari danskari gentu, og tað var ikki liðugt í skrivandi stund. Støðan vrr tó jøvn og kundi talvið fara báðar vegir.