,

Fíggjarnevndin samd um Suðuroyartunnil úr Djúpadali

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Suðuroyartunnilin skal koma upp í Djúpadali norðan fyri Skarvanes, og møguleikin at tunnilin kemur upp í Skúvoy, skal kannast. Tað eru øll tingfólk í Fíggjarnevndini samd um.

Í álitinum, sum var lagt fram seint í gjárkvøldið, er undirsjóvartunnil millum Sandoy og Suðuroy við tilhoyrandi vegakervi. Verkætlanin verður tann størsta Føroya søgu.

Meirilutin í Fíggjarnevndini tekur undir við lógaruppskotinum og leggur dent á, at neyðugar trygdarmetingar og umhvørvisárinsmetingar verða gjørdar í sambandi við verkætlanina.

Harumframt leggur meirilutin eisini stóran dent á, at føroyskar fyritøkur og føroysk arbeiðsmegi verða førleikament, tá verkætlanin verður framd.

Í meirilutanum eru Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkurin, Dennis Holm úr Tjóðveldi, Hanna Jensen úr Framsókn, Beinir Johannesen, úr Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum.

Minnilutin, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, er samdur við meirilutanum og tekur undir við broytingaruppskotinum. Samstundis mælir hann til, at alternativa linjuføringin millum Múlan og Sandvík verður kannað.

Magnus Rasmussen vísir á týdningin av tryggari fígging og heldur, at allir møguleikar eiga at verða kannaðir, eisini møguleikin fyri at taka statslán úr Danmark.

Lógaruppskotið tryggjar, at Løgtingið skal taka endaliga støðu, tá tilboðini eru komin inn í 2026.